Ársins heiðurslønir til Ellu Müller, Birgir Enni og Amnesty

Á samkomu í Miðlahúsinum í gjár handaði Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri Ellu Müller, Birgir Enni og Amnesty ársins heiðurslønir. Grundgevingarnar vórðu m.a. hesar: Ella Müller fær heiðurin ?Ársins kvinna? fyri sítt brennandi virkisfýsni sum stuðul og stigtakari á mongum mótum í samfelagnum. Hon útynnir eitt breitt ósjálvsøkið virki, har hon sær tørvin. Hon er virkin í Kvinnuhúsinum hjá fólki í neyð, í ALV hjá fólki við tvørleikum, og hon er stuðul og vegleiðari hjá børnum og ungum sum undangongufólk í Náttarravnunum og sum stigtakari til tiltøk um eitt nú rúsevnismisnýtslu og happing. Alt virki hennara er sjálvboðið, og frá øllum síðum koma afturboð um, at virksemið hjá Ellu ger mun.?Birgir Enni fær heiðurin ?Ársins maður? fyri at duga at ansa, finna og vísa á møguleikar í tilfeinginum og nátturini kring okkum. Hann hevur á ein sera fyrimyndarligan hátt víst sínum egnu landsmonnum og fremmandafólki virðini í hesum - ein góður umboðsmaður fyri land og fólk. Allir teir sansir, sum í okkum menniskjum eru íbornir, hava tað gott saman við Birgiri. Føroyingar og útlendingar kunnu hoyra, nema, síggja, smakka og lukta alt tað góða, sum í veruleikanum er sjálvsagt, men tó tykist so sjáldsamt at røkka í einum

Amnesty International, Føroya Deild fær ?Ársins kjakheiðursløn? fyri at hava stimbrað eitt sakligt og viðkomandi alment orðaskifti í samfelagnum og á tann hátt styrkt fólkaræðið og framsøgufrælsið. AI hevur sett fokus á týðandi spurningar, mál av almennum áhuga og elvt til eitt gott, sakligt og upplýsandi orðaskifti um hesi viðurskifti. AI hevur varpað ljós á mannarættindaspurningar sum deyðarevsing verður m.a. sagt í grundgevingini.