Ársins HB?ari flytir eina deild niður

Um vikuskiftið varð hann heiðraður sum Ársins HB?ari, og nú er greitt, at 26 ára gamli Tór-Ingar Akselsen skiftir felag til næsta kappingarár.

 

Tór-Ingar hevur gjørt av, at hann vil brúka minni tíð til fótbólt, og tí hevur hann valt at sleppa Formulafótbóltinum og fara aftur í Vágarnar at spæla fyri FS Vágar. Hetta skrivar heimasíðan hjá HB.

 

- Tór-Ingar hevur leikað við HB síðan 2002 við undantaki av 2004, tá hann var í Noregi. Hann hevur sostatt verið Føroyameistari við HB tríggjar ferðir, spælt samanlagt 127 dystir og skorað 27 mál, skrivar heimasíðan hjá HB.