Flaggdagin 25. apríl klokkan 10 blivu fyrstu Ódnartøkini tikin í ár, og nógv fólk var møtt upp til dystin fús. Kalt var í veðrinum og eitt lítið lot var undan, so róðrarlíkindini vóru góð. Ymiskt er hvussu nógv manningarnar hava vant startir og hetta sást týðuliga aftur, við tí at sami vinnari var i øllum trimum umførum.
Fyrsti riðil.
Fyrsti riðil var við barnaróðri dreingjum, 5-mannaførum kvinnum og 5-mannaførum gentum. Ikki var spenningurin stórur í nøkrum av róðrunum. Ingibjørg vann allar róðrarnar í barnaróðri dreingjum, Jallurin allar í 5-mannaførum kvinnum, og sigursvanda manningin av Tvøroyri, Firvaldur vann sum vant allar róðrarnar í 5-mannaførum gentum.
Annar riðil.
Sama søga var í øðrum riðili har barnaróður gentur, 6-mannafør menn og 8-mannafør róðu. Nýggi báturin hjá Havnar Róðrarfelag, Ingibjørg, vann sannførandi allar sínar róðrar í barnaróðrinum, Hvessingur tað sama í 6-mannaførum og Árnfirðingur við. 8-mannafari Árnfirðingur hevði enntá betri tíð í sínum fyrsta róðri enn vinnandi 10-mannafari.
Triði riðil.
Í triðja riðili vóru 6-mannafør kvinnur, 5-mannafør dreingir og 10-mannaførini vóru í hesum riðili og var spenningurin eitt sindur størri enn undanfarnu róðrar. Í dreingjaróðrinum vann Fípan Fagra allar róðrarnar, men hinir bátarnir skiftust um hini plássini. Sølmundur, sum høvdu lænt Jarnbard úr Róðrarfelagnum Knørri, vann allar róðrarnar í 6-mannaførum kvinnum.
Í 10-mannaførunum vóru bert Klaksvíkingur og Drekin Reyði við, og Klaksvíkingur átti munin allar róðrarnar. Tó so var tað Drekin Reyði sum vann samanløgdu kappingina fyri dagin, tí at Klaksvíkingur bleiv dømdur fyri svikstart. Onkur vildi vera við at dómarapistóli klikti tá skotið skuldi fella og hetta var orsøkin til svikstartin hjá Klaksvíkingi.
Stig vera givin fyri dagin eftir vanligu reglunum hjá RSF. Tann manningin sum vinnur flestu róðrar fær sjey stig fyri dagin, nummar tvey fær seks og so víðari. Til síðst vera øll stigini tald saman og ein vinnari fyri hvørja bátastødd verður funnin. Eisini er ein liðkapping, men hesi úrslit eru ikki tøk enn.
Næsta umfar av Ódnartøkum vera 6. mai klokkan 13 í Runavík.