Sigurin er tann fyrsti hjá NSÍ í ár, meðan AB sostatt er einansta liðið í Vodafonedeildini, sum ikki hevur knógvað einum mótstøðuliði í landskappingini higartil.
At talan var um ein botndyst, sást týðiliga á vøllinum. Spælið ? ella kanska mangul upp á tað sama ? var ongantíð nakað at rópa hurrá fyri, og fyrri hálvleikur taldi einans ein møguleika, sum Klæmint Olsen hjá NSÍ átti.
Seinni hálvleikur var meira undirhaldandi í so máta, og tað gingu heldur ikki meira enn góðir tíggju minuttir, so hevði heimaliðið lagt seg framum. Málið kom ? ógvuliga sigandi fyri dystin ? rættiliga tilvildarligt, har Christian Høgni Jacobsen royndi seg við skoti, sum miseydnaðist heilt, men sum Klæmint Olsen fekk stýrt í kassan.
Seinna málið var meinlíkt tí fyrra, men hesaferð var tað Einar Hansen, sum royndi seg við skoti, ið Heðin á Lakjuni stýrdi í netið.
AB royndi at svara aftur, men argjamenn høvdu ikki evnini til at spæla seg í gjøgnum stinnu verjuna hjá NSÍ.
Hinvegin høvdu runavíkingar yvirskot til at staðfesta sigurin, tá Christian Høgni Jacobsen við rygginum til málið fær bóltin. Hann vendir sær og setir samstundis ein verjuleikara av, og er ivaleysur einsamallur við málverjanum.
Stutt eftir triðja málið floytaði Petur Reinert av, og sostatt er ársins fyrsti sigur hjá NSÍ veruleiki.
NSÍ ? AB 3-0 (0-0)
1-0: Klæmint Olsen, 56.
2-0: Heðin á Lakjuni, 73.
3-0: Christian Høgni Jacobsen, 90.
Støðan nú øll liðini í Vodafonedeildini hava spælt fimm dystir hvør:
1 B36 11
2 HB 11
3 B68 9
4 Víkingur 8
5 ÍF 6
6 EB/Streymur 5
7 FC Suðuroy 5
8 B71 5
9 NSÍ 4
10 AB 2