Olivia Benjardøgg Tausen gjørdist fyrsta floygda pisa á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni í 2013. Týsdagin var hon til seinastu próvtøkuna og fekk hon síðani húgvuna á høvdið.
Fleiri hava hildið fyri, at tað var so hóskandi, at júst hon gjørdist fyrsta pisan í 13, tí ein sannroynd er, at tað hevur gingist Oliviu sera væl til próvtøkurnar, og tá hon týsdagin fekk húgvuna setta á høvdið, kundi hon samstundis fegnast um eitt 13 tal við síðstu og endaligu próvtøkuna.
Olivia sigur, at enn hevur hon ikki avgjørt, hvønn veg hon ætlar sær, tá tað snýr seg um útbúgving, men hon hevur hug og ætlanir um at fara á fjakkaraferð í januar, men enn er ikki komið so langt við ítøkiligum ætlanum hesum viðvíkjandi.