Føroyskt íslandsrossafelag skipar um vikuskiftið fyri fyrstu FM gongulagskappingini í ár á vølli felagsins við Kráarheyg í Havnardali. Innleiðandi kappingarnar byrja leygardagin kl. 14.00. Kappast verður í fjórgongd, fimmgongd og tølt. Ung undir 16 ár kappast í fjórgongd. Finalurnar verða sunnudagin kl. 15.00.
Hetta er 10. árið á rað, at skipað verður fyri kappingum, har kappast verður í teimum fimm ymisku gonguløgunum fet, trav, tvíspor, tølt og skeið.
Luttøkutalið til hesar kappingar vísir seg at vera vaksandi. Heili 28 ross eru teknað til kappingina um vikuskiftið, og er hetta størsta luttakaratalið nakrantíð.
Vanlig mannagongd hevur verið at hava eina finalu í hvørjari kappingargrein, har fimm tey bestu luttaka. Nú rossini eru so nógv ið luttaka, er møguleiki at hava A og B finalur. Í A finalurnar koma tey frá 1. til 5. pláss, og í B finaluni verða tey frá 6. til 10. pláss.
Fyri at gera tað meira áhugavert, bæði fyri ríðarar og áskoðarar, verður hesaferð tónleikur á staðnum. Eisini verður høvi hjá ríðarunum at velja sær tónleik, tá teir eru inni á vøllinum og kappast. So spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer.
Søla av kaffi, køkum og leskidrykkum verður á staðnum.