Ársins fotonæmingur 2003

Leygarkvøldið 8. november bleiv Sára Svartá Sørensen kosin Ársins fotonæmingur 2003 á Grand Park Hotel í Korsør.

Sára er av Argjum, dóttir Elin Svartá Sørensen og Niels Sørensen, málarameistara.
Hon er 23 ára gomul og hevur lært til fotohandlara í 3-aranum í SMS. Lærumeistari var Gissur Patursson.
Eftir at hava latið uppgávuna, sum var um kikarar, inn, fór hon til Danmarkar at forsvara hesa uppgávu.
Hon bleiv kosin "Årets elev 2003" av Fotobranchens Leverandørforening og Danmarks Fotohandlerforening.
Aftur at hesum fekk hon ein kekk uppá 10.000 krónur og ein avbera góðan kikara.
Hetta er fyrstu ferð at ein føroyingur fær hendan heiður.