Barcelona hevur seinasta árið spælt framúrskarandi fótbólt, og tað sæst eisini aftur í kjósanini av ársins fótbóltsleikara 2010. Sonevndi Ballon d?Or.
Eftir at listin er skorin niður til tríggjar leikarar er greitt, at tað í hvussu er verður ein leikari frá Barcelona, ið fær henda heiðurin, tí allir tríggir nomineraðu leika við spanska stórfelagnum.
Umframt at vera stuðlar hjá Barca liðnum vóru Xavi og Iniesta eisini krumtøppar á miðvøllinum hjá heimsmeistarunum í Spania. Triði Barcelona leikarin er sjálvandi Lionel Messi.
Ársins venjari verður antin spanski landsliðsvenjarin, Vicente del Bosque, Barcelona-venjarin Pep Guardiola ella núverandi Real Madrid venjarin, Jose Mourinho, sum vann Champions League við Inter fyrr í ár.