TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum in.fo/Rás2 gjørdi við Annfinn Danielsen, sum av Fótbóltsvenjarafelag Føroya var valdur at verða ársins eldsál.
Annfinn Danielsen, sum hevur verið í venjarayrkinum síðani 1977 er sera glaður fyri heiðurin, sum hann tekur, sum eitt gott herðaklapp.
Annfinn Danielsen sigur, at tað hevur givið honum nógv at verða venjari hesi mongu árini. Hann hevur einki ár lagt í millum, men hevur altíð glett seg til at tørna til á hvørjum vári.
Annfinn Danielsen hevur eisini upplivað eina ótrúliga menning í føroyskum fótbólti, og í føroyska venjarayrkinum síðani 1977.