Ársins dystur í Gundadali

HB og KÍ eru tey bæði mest vinnandi liðini í føroyskum fótbólti, men tað er ikki bara gull og heiður, sum stendur upp á spæl í dag.

HB kann við sigri tryggja sær FM-gullið, men samstundis vil hetta fyri fyrstu ferð nakran tíð senda KÍ úr bestu føroysku fótbóltsdeildini.

? Spenningurin er stórur her norðuri, og fólk tosa ikki um annað enn henda dystin, tí í eygunum á øllum eru dystirnir millum HB og KÍ tað størsta. So her er einki at ivast í, at maður fer av húsi til Havnar at hyggja og stuðla, tí hesin dysturin hevur so nógv at siga. Vinna vit, eru vit framvegis við í spælinum, og vinnur HB, so er føroyameistaraheitið har, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

 

Eisini er HB-venjarin, Sámal Erik Hentze, øgiliga spentur til dystin, ið kann verða sera avgerandi fyri, um HB verður meistari ella ikki, umframt at lagnan hjá KÍ í bestu deildini eisini er ein avgerandi faktorur í dystinum.

? Vit fara at gera alt fyri at fáa avgjørt kappingina til okkara fyrimun, tí eg eri vísur í, at hesin dysturin fer at verða spældur við einum fantastiskum karmi rundanum, umframt at vit spæla framman fyri okkara egnu. Fyri okkara viðkomandi vildi tað verið býtt at tikið kjansin og goymt nakað sum helst til seinasta dystin, sigur hann.

 

Og eisini á fjølmiðlaøkinum sæst, at dysturin er nakað serligt. Soleiðis fara bæði Rás2 og Útvarpið hjá Kringvarpinum at senda beinleiðis úr Gundadali.