Ársins DJ á Strondum

Tíðindaskriv

Kappingin Ársins DJ 2001 var seinasta leygarkvøld í bygdarhúsinum á Strondum, har innleiðandi umfarið fyri Eysturoynna varð hildið.

Tríggir luttakarar vóru: CD Single, DJ Mood og Yazz.

Dómarar og áskoðarar vóru á einum máli um, at DJ Mood og CD Single skulu umboða eysturoynna í finaluni, ið verður í Havn í januar.

Komandi Fríggjakvøld 10. november, verður Ársins DJ 2001 í Lognbrá í Klakksvík, har Jógvan Á Høvdanum y., Dj Eyes not ice og Kristian Joensen fara at kappast um at umboða Norðoyggjar í finaluni.