Ársins diplomatur?

”Tryggari grundarlag undir góðum sjúkrahúsverki”. Soleiðis eitur áhugaverdur kronikkur, sum landsstýrismaðurin við heilsumálum, Hans Pauli Strøm, skrivaði fyri nøkrum døgum síðani

”Tað er sera álvarsamt, at farið er so nógv út um játtanina á øllum sjúkrahúsunum í

2007.”, er niðurstøðan, sum landsstýrismaðurin innleiðir kronikkin við. Men í sama

andadrátti sigur hann, at tann politiski myndugleikin skal tryggja, ”at haldgott fíggjarligt

grundarlag verður lagt fyri rakstrinum.”

Í kronikkinum lesa vit eisini, at fortreytirnar fyri, at sjúkrahúsverkið verður rikið effektivt og rationelt, eru, ”at sjúkrahúsverkið hevur eina nøktandi játtan, tvs. at samsvar er millum játtan og kostnaðin av teim tænastum, ið verða kravdar av starvsfólkum og leiðslu á sjúkrahúsunum.”

Hetta er veruliga kjarnin í tí annars sera drúgva kronikki, nevniliga hetta: samsvar millum krøv frá sjúkrahúsleiðslunum og peningajáttan frá løgtinginum.

Sum kunnugt verða okkara sjúkrahús fíggjað við helvtarbýti millum landskassan og ríkiskassan, meðan statskassin rindar allan kostnaðin til serviðgerðir á ríkishospitalinum.

Hetta fíggjarøkið varð væl og virðiliga handhevjað og umsitið av landsstýrisins umsiting til 1. januar 1988, tá ríkiskassans partar fóru í tann so nógv umrødda blokkin.

Samsvarandi lógum varð blokkurin regluliga dagførdur (prístal v.m.) eina ferð um árið frá 1. januar 1988 til 31. december 2001, tá landsstýrið gav tí donsku stjórnini boð um, at dagføringin skuldi

halda uppat og blokkurin í síni heild fyribils (5 ár) niðurfrystast. Í hesari niðurfrysting eru m.a. 50 milliónir, sum serviðgerðir á Ríkishospitalinum kostaðu í 2001. Í 2006 kostaðu serviðgerðirnar

75 milliónir, ella 25 milliónir meira enn tað, ið landskassin ráddi yvir í ”djúpfrystaranum” til sama endamál.

Ein onnur avleiðing av niðurfrystingini er, at okkara sjúkrahús síðan 2002 hava havt millióna yvirtrekk orsakað av tørvandi fígging. Tá landsstýrismaðurin heldur seg til 2007, so kann tað vera villleiðandi. Orsøkin til áhaldandi hall uppstóð 1. januar 2002.

Í árunum 1996-2001 (6 ár) varð ríkiskassans partur til rakstur av okkara sjúkrahúsverki dagførdur, øktur við 11%.

Í næstu 6 árini, 2002-2007, hevur ríkiskassans partur, 283.6 milliónir, verið djúpfrystur sum

sagt eftir boðum úr landsstýrinum. Um hetta ikki hevði verið gjørt, hevði ríkiskassans partur

við hækking javnt við dagføringini tey 6 árini 97/01 nú verið øktur við umleið 30 milliónum um árið svarandi so nøkulunda til rakstrarhall sjúkrahúsanna, sum vit lesa um í kronikkinum.

Børn, kring í lítlutabell, duga at rokna út, at leiðslurnar á okkara sjúkrahúsum ikki høvdu

farið út um játtanina, um javnvág var millum heilsurøktarkrøv, sum nútíðin setur, og lógbundnu fíggingar, sum vóru í góðum hondum til 1. januar 2002.

Spurningurin er tessvegna, um landsstýrismaðurin við heilsumálum, Hans Pauli Strøm, tekur

neyðug stig til at fáa ríkiskassans part av rakstrarkostnaði sjúkrahúsanna dagførdan samsvarandi galdandi lógum og á hendan hátt aftur fær ”tryggari grundarlag undir góðum sjúkrahúsverki.” ?

Skattaborgararnir, starvsfólkið í heilsuverkinum og verandi og komandi sjúklingar hava rímiligt krav um at fáa hetta at vita.

Umframt Heilsuverkið umsitur Hans Pauli Strøm eisini Almannaverkið ella sagt við øðrum orðum: við hesum báðum bleytu-virði-økjum um hendi umsitur Strøm næstan ta hálvu fíggjarlógina. Tað sigur ikki so lítið.

Eins og blokkurin til Heilsuverkið fór eisini blokkurin til Almannaverkið – 330 milliónir – í djúpfrystaran tann 1. januar 2002. Um hesin blokkur kundi komið úr kuldanum og verið dagførdur (tó ikki afturvirkandi), við 11%, øktist hann við 36 milliónum. Samanlagt hevði landsstýrismaðurin tá fingið tiltrongdar 65 til 70 milliónir meira at rátt yvir til Heilsuverkið og Almannaverkið.

-

Samanumtikið má staðfestast, at eingin fígging í tí almenna húsarhaldinum er niðurfryst uttan

fíggingin til sjúkrarøkt, almennar pensiónir og serforsorg. Hetta má haldast at vera ósømiligt og

óverdigt hjá framkomnum fólki.

-

Á floksfundi hjá Sjálvstýrisflokkinum segði løgtingsmaðurin Kári á Rógvi, at hann vildi ”plaffa” onkran niður, so tey bleytu virðini kunnu verða vard, tá ið fíggjarlógin 2008 kom til viðgerðar í løgtinginum. Hvør kann ímynda sær løgtingsmannin sum ein annan Lucky Luke við eftirgjørdum 6 skota revolvara frá BR fyri 199.99 kr. skræða skræðu av vilstum sjeriffum og nøkrum Daltons? Hesi, sum undir skræðuni eru bæði fitt og skilagóð. Men, um Kári á Rógvi við ”plaffing” megnar at taka teir her umrøddu blokkarnar úr kuldanum og harvið fáa fíggingina til Heilsu-og Almannaverkið aftur á rættkjøl og í virðiliga legu við støði í galdandi lógum og reglum og á tann hátt verja tey bleytu virðini, ja, so eigur hann við hesi vælgerð og politiskum dugnaskapi at verða tilnevndur Ársins Diplomatur.

-

PS. Upphæddirnar í greinini eru fingnar úr landskassans almennu ársroknskapum, og út frá teimum

eru metingar gjørdar. Um okkurt av hesum er villleiðandi ella beinleiðis skeivt, verður tað

vónandi rættað av fólki við neyðugari vitan um tað, sum her er skrivað.