Ársins danski DJ í Eclipse

Leygarkvøldið vendir Dj Kato plátum í Eclipse. Danski plátuvendarin sigst vera tann besti mainstram plátuvendarin í heimlandinum í løtuni. Hann vann bæði ?Årets Danske Mainstream DeeJay? og ?Danish Deejay Battle? í ár. Harumframt hevur Kato framleitt fleiri stór hitt fyri onnur tónleikanøvn m.a. Infernal, DJ Aligator og The Loft.

 

Tónleikurin hjá Kato er house við íblástri frá soul, funk, klassiskum, hip hop og Rnb. Sum plátuvendari leggur Kato seg eftir at endurframleiða tónleik, sum er uppi í tíðini.