Ársins dansikvøld í Eclipse

Kanska, bara kanska, verður fríggjakvøldið í Eclipse eitt av tónlistarligu hæddarpunktunum í Føroyum í ár.

Okkara egna Lizzie - Ann Elisabeth Berg - kemur til heimlandið millum annað at syngja hittlagið ?Ramt i Natten?, sum bæði danir og føroyingar hava tikið til sín.

 

Harumframt fer kendi sangarin Alex at syngja hetta kvøldið í Eclipse. Danski sangarin, sum serliga er kendur frá donskum poppstjørnusendingunum, er í uppskoti til ársins danska sangara á Zulu Awards, sum verður hesa vikuna.

Sigast kann í hesum viðfangi, at Lizzie fer at framføra á Zulu Awards.

 

Triðja hjólið í fylginum, sum kemur til Føroya at framføra í Eclipse fríggjakvøldið, er alt annað enn páheng.

Talan er um amerikanska rapp-sangaran Keith Murray. Hann er kanska ikki so kendur her á leiðum, men í heimlandinum sigst hann vera ein av teimum áhugaverdu nýggju nøvnunum, ið gera vart við seg í rapp-heiminum. Og løgini á myspace-heimasíðuni boða frá sera góðum.

 

 

Fríggjakvøldið Eclipse. Tað verður stórt.

 

 

Atgongumerki eru dýrari enn vanligt, 200 krónur.

 

 

Les meir um tey trý nøvnini á:

 

www.myspace.com/musicbylizzie

 

www.myspace.com/alexmusicdk

 

www.myspace.com/keithmurray