Tá EB/Streymur og HB sunnudagin spældu í Hólmanum á Eiði, hendi ein heldur stuttlig uppliving í fyrra hálvleiki av dystinum. Eftir eitt málspark, bakkaðu EB/Streyma leikarin, Rógvi Egilstoft Nielsen og dómarin, Lars Muller, á hvønn annan, soleiðis at Rógvi Egilstoft Nielsen kom til at spenna bein fyri dómaranum, Lars Muller, sum datt niður á vøllin.
Lars Muller viðurkennir, at støðan sjálvandi kendist flovuslig, men at hann og Rógvi Egilstoft Nielsen beinavegin flentu eftir støðuni. Lars Muller sigur, at hann er komin út fyri einari líknandi støðu einaferð fyrr.
- Tað sum hendi var, at Rógvi traðkar á fótin hjá mær og eg detti á reyvina. Rógvi og eg fingu eygnakontakt beinavegin og flentu eftir støðuni. Slíkar støður kennast sjálvandi flovusligar, men eg havi upplivað tað einaferð fyrr. Einaferð rann Magnus Olsen meg umkoll í Runavík – hann bað eftirfylgjandi meg um at læna tað reyða kortið, og vísti síðani sær sjálvum tað. Í slíkum støðum ræður um at koma á føtur aftur sum skjótast, og man vónar sjálvandi at eingin sær tað, sigur Lars Muller á ein skemtandi hátt.
Sjálvur dysturin millum EB/Streym og HB endaði annars við einum 1-0 sigri til HB. Omanfyri ber til at síggja videobrot av støðuni, tá ársins dómari seinastu nógvu árini, Lars Muller, varð feldur. Tað er upptøkumaðurin, Rúni Dam, sum hevur fingið støðuna uppá film.