Ford C-Max er kosin ársins brúkti bilur í Danmark 2017.
Ford C-Max hevur verið gjørdur síðan 2003. Nýtt modell kom í 2010, og bilurin er síðan dagførdur við nýggjastu tøknini hjá Ford.
Sambært eini óheftari dómsnevnd er Ford C-Max eitt interessant brúktbilakeyp. Tíggju út av seytjan limum í dómsnevndini valdu Ford C-Max sum nummar eitt. Serliga eru tað árgangirnir millum 2010 og 2014, sum eru teir bestu brúktu bilarnir.
Í grundgevingunum verður m.a. sagt at bilurin er praktiskur og væl innrættaður við góðum plássi til alla familjuna. C-Max var annars kosin ársins bilur í Danmark í 2011.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/