Fleiri danskir fjølmiðlar, organisatiónir og FDM hava kosið Ford Focus árgang 2005 sum ?Årets Brugtbil i Danmark 2009?. Í grundgevingunum verður m.a. sagt at Ford Focus varð vinnarin, tí hann er vælkoyrandi, praktiskur, rúmligur og er bíligur í viðlíkahaldi.
Hetta er fjórða árið á rað, at ársins brúktbilur í Danmark verður kosin.
Í 2006 var tað Skoda Fabia árgang 2001, í 2007 var det Mazda6 árgang 2003, í 2008 var tað Ford Mondeo árgang 2004, og í ár var tað so Ford Focus árgang 2005.