58 motorjournalistar frá 22 ymiskum evropeiskum londum hava kosið nýggja Renault Clio til ársins bil í Evropa 2006.
Grundgevingarnar fyri at geva Renault Clio hendan heiðurin, vóru t.d. at kabinan er sera rúmlig í mun til støddina á bilinum, og at koyrieginleikarnir eru framúr góðir. Eisini fekk designið góð skotsmál og ikki minst tað at bilurin fekk fimm stjørnur í EuroNCAP krasjtestunum. Hetta er sættu ferð at ein Renault verður kosin ársins bilur í Evropa.
Nýggi Clio er komin á marknaðin í flestu londum í Evropa og verður á føroyska og danska marknaðinum í januar 2006.