Ársins bilur í Danmark 2010

Motorjournalisternes Klub Danmark hevur kosið nýggja Ford C-Max sum ársins bil í Danmark 2010.

Tilsamans 21 bilarnir vórðu testaðir og sammettir á Jyllands Ringen, nærhendis Silkeborg.


Teir 25 limirnir í dómsnevndini valdu Ford C-Max sum fekk 146 stig til nummar eitt, og nummar tvey varð Alfa Romeo Giulietta við 131 stigum, og nummar trý varð Audi A1 við 118 stigum.