Mazda 2 var ársins besta bilnýggjheit í 2008. Ein dómsnevnd av 47 motorjournalistum úr øllum heiminum hevur kosið Mazda 2 sum ársins bestu bilnýggjheit í 2008.
Hetta hendi á altjóða bilaframsýningini ?New York Motor Show?, sum var síðst í mars, tá Mazda 2 varð kosin ?World Car of The Year Award 2008?.
Mazda 2 er eisini kosin ársins bilur 2008 í t.d. Danmark, Belgia, Eysturríki, Grikkalandi og Nýsælandi.