Árins bólkur 2011 spælir á Summar Festivalinum í august.
Teir hava verið eitt frískt lot í føroyskum tónleiki seinasta árið rappararnir í Swangah Dangah. Fingu fyrst hitt við sanginum um Føroyaland Frá bygd til bý góvu síðani eina fløgu út við góðum føroyskum rappsangum, og á Planet Awards 2011 fingu teir tvær heiðurslønir fyri at verða ársins bólkur og ársins nýggi bólk.
Bólkurin varð stovnaður av ungum monnum, sum eru uppvaksnir í sama grannalagi í Svanga í Havn, og navnið á bólkinum sipar eisini til hesa bakgrund. Fyrsta fløgan hjá teimum kom út í november mánaði í fjør, og bæði áðrenn og eftir tað hava teir havt live-framførslur.
Nú skal Swangah Dangah undirhalda gestunum á Summar Festivalinum. Prísurin á atgongumerkjum til Summar Festivalin hækkar á midnátt sunnukvøldið.