Ársins bøkur samlaðar í einum blað

Nú tað stundar til jólar er blaðið Bókajól, ið eru 32 síður við tilfari um føroyskar bøkur, at finna í mikudags-Sosialinum, ið verður borin út til øll húskir í landinum.


Í blaðnum er eitt 12 síður fullfíggjað yvirlit yvir tær bøkur, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags, Nám, Sprotin, Mentanargrunnur studentafelagsins, Stiðin, Mallustova og onnur forløg hava útgivið í 2017.


Harumframt eru fleiri síður við greinum og samrøðum, ið viðgera nýggjast útgávurnar. Millum annað ber til at lesa hví fleiri bøkur eru skrivaðar um Læknastríðið seinastu árini, um nýggju barnabøkurnar eftir Edwardi Fuglø, um bókina Astrup eftir Páll Holm Johannesen, um barnabøkurnar frá forlagnum Mallustovu, ið eru fyrstar av sínum slag í Føroyum og royndina hjá Ingun Christensen at nýskriva søguna um Anniku í Dímun.