Heiðursløn
Í nøkur ár hava áskoðararnir hjá NSÍ, sum rópa seg "guliganz", kosið ein av leikarunum at vera "ársins guligans-leikara".
Nú fótbóltskappingin er liðug, hava áskoðararnir gjørt av, at Óli Hansen, verjuleikari hjá NSÍ, skal fáa henda heiður í ár.
Handanin av heiðurslønini fór fram mikudagin á arbeiðsplássinum hjá Óla, sum er Fiskavirkið í Gøtu.
Áskoðararnir halda, at Óli hevur havt eitt fram úr gott ár í miðverjuni hjá NSÍ í ár, tó at tað hevur gingið misjavnt hjá 1. deildarliðnum hetta kappingarárið.
Óli heldur, at útlitini fyri komandi kappingarár og vónirnar um eitt enn betri úrslit, eru góðar.
- Eg ynski at takka øllum viðhaldsfólkunum hjá NSÍ fyri dyggan stuðul, og eg vóni, at stuðulin komandi ár verður minst líka so góður, sigur "ársins guliganz-leikari" hjá NSÍ.
Umframt "guliganz-steyp", fekk Óli Hansen eisini ein kekk áljóðandi kr. 3.000, sum er latin av R.L.O. Entreprenørum saman við áskoðarum hjá NSÍ.
Tað var guliganz-formaðurin, Bogi Hansen, sum handaði verjuleikaranum heiðurslønina.
Ársins guliganz-leikari í fjør var Messias Pereira, og í 2002 varð Arnfinn Langgaard kosin ársins leikari hjá NSÍ.