Ársins ambassadørar kosnir

Visit Faroe Islands hevði í gjár eitt tiltak, har tey útnevndu ársins ambassadør og árins amdassadøráak innan vinnuferðavinnu.

 

Ársins ambassadørur gjørdist Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Grundgevingin var, at hann hevur verið sera virkin at fáa útlendingar henda veg, serliga í samband við ráðstevnur. Eisini hevur hann megnað, at fáa Smæruna klára sum eitt framúr gott stað at hava ráðstevnur, við millum annað sera framkomnari tulkaútgerð.

 

Ársins ambassadørátak gjørdist EM/HM kappingarnar í Føroyum, sum Hondbóltssambandið skipari fyri. Har tóku Kristian Johansen og Gunn Ellefsen ímóti. At fáa so stór ferðalið hendaveg í lágástíð er eitt gott grundarlag undir menningini, at fáa ein burðardyggari ferðavinnu.

 

Serligt heiðursbræv fingur Virgar Hvidbro og FSF fyri teirra stóra leiklut í framhaldandi at seta Føroyar á heimskortið á ein jaligan hátt.