Árshaldið gevur frælsi

Nevndin í PF Vágatunnilin hevur gjørt nakrar broytingar í prísásetingunum fyri at koyra í gjøgnum Vágatunnilin. Frá 17. januar fer at bera til at tekna eitt árshald, og samstundis lækka prísirnir

Príslækkingin hjá Vágatunlinum fer óivað at koma væl við hjá mongum, men nýggi møguleikin við at tekna eitt árshald er helst ein gyltur møguleiki hjá teimum, ið nýta tunnilin nógv.
Árshaldið gongur fyri seg á tann hátt, at fólk tekna seg til at gjalda 1.000 krónur um mánaðin til Vágatunnilin og aftur fyri kunnu tey koyra so ofta tey vilja ígjøgnum. Haldið er bindandi fyri eitt ár í senn, men man uttan iva koma sera væl við - serliga hjá teimum, ið koyra ímillum við egnum bili hvønn dag.
Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vágatunlinum, sigur, at árshaldið ger, at brúkarin betur fer at merkja tað frælsið at ferðast, sum undirsjóvartunnilin veitir.
? Útgangspunktið hjá okkum er jú, at vit skulu hava nakrar ávísar inntøkur til at svara hvørjum sítt. Tá vit hava fingið teir pengarnar, so ræður tað um at fáa so nógva ferðslu í gjøgnum tunnilin sum gjørligt fyri somu pengarnar, sigur hann og leggur afturat, at tankin aftan fyri hesa ætlanina eisini er, at hetta kann gerast ein kend føst mánaðarlig útreiðsla hjá fólki.
Hann ásannar, at 1.000 krónur kann vera nógv í einum húsarhaldi, men leggur dent á, at um tað verður samanborið við 40 túra kubbarnar ella at gjalda eina ferð um mánaðin, so er tað sera bílig nýtsla av tunlinum.
Ferðslan var í 2004 í miðal 1.000 bilar um samdøgurið í mun til 880 árið fyri. Og er tað sjálvandi hendan hækking í bilatalinum, sum gevur grundarlagið fyri teimum broytingunum, sum koma í gildi tann 17. januar.

Hvør sítt felag
Um hálvt annað ár ella so verður Norðoyatunnilin væntandi klárur at taka í nýtslu. Dávur Reinert Hansen sigur, at metingin hjá teimum er, at tað fer at bera til at fáa áleið ta somu ferðsluna gjøgnum tann tunnilin, sum í dag fer í gjøgnum Vágatunnilin.
Men hann er sera varin við at siga nakað um, hvussu prísgrundarlagið í Norðoyatunlinum fer at vera.
Hann sigur, at fyri tað fyrsta, vita tey ikki, hvussu ferðslan fer at fordeila seg í Norðoyatunlinum. Eygleiðingin av býtinum av ferðsluni í Vágatunlinum hevur eisini spælt stóran leiklut í príslækkingunum og nú tí spildurnýggja árshaldinum.
? Vit hava brúkt hesa tíðina at eygleiða ferðsluna í Vágatunlinum, og tað er ongin loyna, at vit hava verið sera varin við okkara metingum um ferðsluna. Hon hevur tíbetur víst seg at vera so nógv meira, enn vit upprunaliga mettu, sigur stjórin í Vága- og Norðoyatunlinum.
Hann vísir á, at Norðoyatunnilin fyri tað fyrsta kemur nøkur ár seinni enn Vágatunnilin, og hann er eisini ein kilometur longri enn Vágatunnilin. Umframt hetta eru PF Vágatunnilin og PF Norðoyatunnilin fullkomuliga hvør síni feløg.
? Vit kunnu ikki bara siga, at tað er tað sama við báðum tunlunum, men tað er tá klárt, at tær royndirnar, sum vit fáa við Vágatunlinum, vilja við yvirføra til Norðoyatunnilin, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í PF Vágatunnilin.