Ársfrágreiðing í nýggjum hami

"Sjóvarmál” er nýtt ársrit hjá Fiskirannsóknarstovuni.

Fram til 2006 hevur Fiskirannsóknarstovan givið ársfrágreiðingar út, sum lýsa farna kalendaraár. Hetta er nú broytt við ritinum “Sjóvarmál”, sum bæði lýsir virksemið í farna ári, men sum harafturat hevur nýggjasta tilmælið og tøl frá nýggjastu gróðurkanningunum við.

Ætlandi skal ritið koma út fyrst í september á hvørjum ári, soleiðis at tað kemur at fylgja fiskiárinum heldur enn kalendaraárinum.

“Sjóvarmál” kann lesast á www.frs.fo.?Prentað útgáva fæst við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna.