Góðir tjúgu minuttir vóru farnir av dystinum millum Manchester United og Leicester, sum annars endaði 1-1, tá Robert Huth og Marouane Fellaini brustu saman.
Manchester United var í álopið og Huth og Fellaini stríddust inni í brotsteiginum at koma í góða støðu. Í orrustuni fyllir Robert Huth lógvan við stóra hárprýðinum hjá Fellaini og roytir hann, meðan Maroune Fellaini, sum so ofta fyrr, sendi ikki ein, men tveir albogar móti Robert Huth.
Ógreitt er, um Fellaini svaraði upp á at vera royttur, ella um albogin longu var á veg, áðrenn Robert Huth roytti.
Flestu viðmerkjarar eru samdir um, at báðir burdu fingið reytt koyrt fyri atburð sín, hóast onkur vil vera við, at tað ikki er heimild at geva reytt kort fyri at royta ein annan leikara. Tað verður mett sum ósportligur atburður, sum hevur gult kort, og ikki sum harðligur atburður.
Dómarin sá ikki støðuna og tí fekk hendingin ongar fylgir, men møguliga fer enska fótbóltssambandið at taka málið upp, út frá sjónvarpsbrotinum.
Enn hevur enska FA ikki boðað frá, um málið verður tikið upp til nærri viðgerð.