Roytta hønan

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður
????
Kanska er tað frustratión, men samanborið við garterilsið hava sjáldan so mong bíðað so leingi eftir so lítlum, sum eftir politisku avrikunum hjá Torbirni Jacobsen.
Síggi í bløðunum, at Torbjørn Jacobsen aftur er úti við rívuni og speirekur vinnupolitikkin. Ein kundi spurt: Hví taka TJ fyri fult, tá hansara egnu hava boðað frá, at alt álitið á mannin er fokið? Og tó, ákærurnar eiga ikki at standa ósvaraðar. Tí nøkur orð um vinnupolitikin, sum TJ til fyri stuttum hevur verið partur av.
Orðaði vinnupolitikkurin ger skilnað millum alment og privat. Tað almenna skal tryggja støðugar karmar, og vinnan skal taka við teimum avbjóðingum, sum liggja í einum altjóða marknaði, nýggjari tøkni og vitan. Vinnupolitikkurin lívgar ikki vinnuna. Hinvegin verður lagt upp til at geva føroyskum fyri-tøkum krevjandi og størri avbjóðingar í frælsari kapping á opnum marknaðum og sleppa undan einkarrættum, sum geva stirvnar, dýrar og ineffektivar skipanir. Vinnupolitikkurin tekur tí ikki støðu til, hvørjar vinnur, vit skulu hava her í Føroyum. Ta avgerð taka dugandi fólk, vinnan og váðafúsi kapitalurin.
Á summum økjum er føroysk vinnan ikki í javnbjóðis kapping við útlendsku. Men vinnupolitikkurin leggur ikki upp til at gera kappingina javnari við at avmarka útlendsku kappingina.
Vinnupolitikkurin er politikkur tess almenna at stimbra føroyska samfelagið vinnuliga og arbeiðsliga. Hann er ikki politikkurin hjá vinnuni. Skal hann eydnast, krevur tað samfatan og samstarv millum vinnu og politisku skipanina. Tað krevur greiðan skilnað millum alment og privat og virðing fyri leiklutinum hjá hvør øðrum. Tað krevur eisini, at hvørgin partur letur seg fara av kós, tí hin parturin setir stutttíðar mál fram um tey langsiktaðu.
Tí hevur tað síðani kreppuna í nítiárunum verið aðalmálið, at politiski myndugleikin skal skapa karmar. At landsstýrið og løgtingið skal halda seg burtur frá stýring, og at vinnan skal laga seg til broyttu umstøðurnar.
Politikkurin hevur havt breiða undirtøku í og uttan fyri Løgtingið. M.a. hevur vinnan mett vinnupolitikkin sum eitt tilboð og sum eitt slag av sáttmálauppskoti frá politisku skipanini. Eisini hevur politikkurin, við undantaki í avmarkingunum í fiskivinnuni og fyri stuttum í alivinnuni, bygt á somu prinsipp sum í grannalondunum.
BTÚ tvífaldað
Støðuga framgongdin í vinnuni, har BTÚ er tvífaldað í sama bili, er eisini orsakað av politikkinum. Men vit eiga at minnast, at vit hava havt góðar nátturu - og marknaðargivnar umstøður. Fiskiskapurin hevur verið góður, fískaprísirnir høgir, orkuprísirnir sámuligir, rentan søguliga lág, eingin inflatión osfr.
Men tað skulu sterkir herðar at bera góðar tíðir. Lønartrýstið gjørdist ógvusligt. Farnu 6 árini eru lønirnar hækkaðar um 30%. Almennu útreiðslurnar eru 1100 mio kr størri um árið nú enn fyri 5 - 6 árum síðani. Kappingarførið versnað samsvarandi. Hetta mátti koma aftur um brekku, tá tað fór at reka ímóti.
Og farnu tvey árini hava greiðar ábendingar verið um, at vit eru ávegis lakari tíðum, har búskapargongdin við sól og undanvindi síðani seinnu helvt av nítiárunum fór at venda, og væntast kundi, at nú fór at lota ímóti. So við skurðinum av blokkinum uppá 366 mio kr árliga kravdist politiskur ryggur.
Hetta visti TJ og tjóðveldið fullvæl. Nú var ikki stuttligt meira. Trúttanin um, at teir vóru upprunin til framgongd og bjartskygni, fór at verða avdúkað sum reyp. So nú var annað til ráða at taka. At sleppa sær burtur.
Steinar hini
Síðani tjóðveldið rýmdi og síðani vóru settir útum, hevur TJ gingið altráður og steinað hini.
Leikluturin hjá TJ er eisini sjáldsamur, men tað er kanska frustratión, tí samanborið við alt garterilsið hava sjáldan so mong bíðað so leingi eftir so lítlum, sum eftir politisku avrikunum hjá TJ.
Annars er fáum unt at vera borin til so góðar vinnuligar møguleikar sum TJ. Úrslitið man vera so sum so. Óivað hava hini eisini skuldina har.
TJ minnir mest um eina leysa kanón, sum skjýtur á allar ættir. Í seinastuni mest inn í tjóðveldið. Har hevur TJ nú "sett seg uttanfyri", sum formaðurin kallar tað. So nú er synd í TJ.
Fyri at tekkjast kammeratunum í flokkinum hevur hann nú aftur vent mykjusprænaranum móti politiskum mótstøðumonnum. Soleiðis roynir TJ við halanum millum beinini at tekkjast formanninum, fyri at vera tikin til náði. Støðan hjá TJ og floksformanninum minnir tí ikki sørt um søguna um Stalin, tá hann sum leiðari vísti partísoldatum, hvussu farast skuldi við ólýdnum feløgum. Stalin roytti livandi hønu, sum púra skelkað, spillnakin, ísakøld og fjaðursár aftaná kloyndi seg upp at stivlalegginum hjá Stalin. Soleiðis verður støðan hjá TJ 18. des. - upp eftir stivlalegginum hjá formanninum - royttur og fjaðursárur.
Hoyrdi frá kenningi um mann, sum alt sítt vaksna lív í uppblástum errinskapi metti seg sum keisara av Etiopia. Hugburður, sum endurspeglaði reyp og yvirdrivna fatan av egnum dugnaskapi, umframt markleyst at hava at øðrum. Skemtiligt viðhvørt, men troyttandi sum fráleið. Men sum kenningurin skemtandi orðaði seg - synd í beistinum.
Soleiðis laga viðurskiftini seg frá manni til mann.