Roysningurin vitjar í Vági

Roysningurin, sum síðstu vikurnar hevur vitjað í landi í fleiri støðum kring landið, fær sær í dag eina hvíldarstund í Vági.

Undir neystunum heilt inni við Garðabrúgv innaliga á Vágsfirði, liggur roysningurin og hvílir seg í góðveðrinum í dag. Nógv fólk forvitnast, men tað tykist ikki at órógva roysningin, men skemtiligt sá tað út, tá hann ta einu løtuna helt fyri eyguni, sum vildi hann hava frið.

Hetta er roysningurin, sum herfyri fekk sendara ásettan, so tað hevur borið til at fylgja við, hvar hann hevur ferðast. Hann hevur verið ymsastaðni í landinum og vitjar javnan í Suðuroynni, har hann hevur verið á landið í Porkeri, Froðba og í dag í Vági.