Roysningurin vitjar í Mykinesi

Týsdagin svam roysningurin sær ein túr til Mykinesar, og ferðaðist hann bæði undir landi og nakað norður úr oynni. Hetta er annar túrurin norðurum, tí góða viku frammanundan var hann ein túr norður úr Barðinum.

Hann hevur eisini gjørt onkran túr vesturum, og eina dagin var hann leysur av oyggjunum.

Hesar tríggjar vikurnar, hann hevur verið merktur, hevur hann kortini mest hildið til inni á Sørvágsfirði. Allarhelst grevur hann sær skeljar til matna úr bleytbotninum, ið er nógv av á fjørðinum. Hann er soleiðis eygleiddur nakað úr landi, har hann uppaftur og uppaftur hevur kavað úr akkurát sama stað. Skeljar er mest vanliga føðin hjá roysningi, og sýgur hann matin úr skelini, uttan at svølgja sjálva skelina.

Positiónin hjá roysninginum verur ætla av fylgisveinum, ið ávís tíðarbil ferðast yvir Føroyum. Neyvleikin á knattstøðunum er skiftandi – tess fleiri signal fylgisveinurin móttekur frá sendaranum, neyvari er støðan. Óneyvar knattstøður eru ikki lúkaðar burtur, og er hetta orsøkin til at kortið við slóðini hjá roysninginum er nakað fløkjasligt.

Tá roysningurin leggur seg upp á land, er hetta fyri at hvíla seg. Gott hevði verið at havt hetta í huga, ikki at órógva roysningin óneyðuga, meðan hann liggur á landi og fær sær hvíld, skrivar Náttúrugripasavnið á heimasíðu síni.