Roysningurin, sum í fleiri dagar helt til í Norðoyggjum, er nú farin í Sundalagið Hósdagin seinnapartin varnaðust fólk við Ljósá, at ein roysningur lá niðri á sandinum.
Náttúrugripasavnið fekk boðini, og starvsfólk á stovninum fóru til Ljósáar og settu nýggjan sendara á hann. Hin sendarin, sum var á roysninginum, tagnaði næstan beinanvegin.
Fyrrapartin lá roysningurin framvegis og svav á sandinum










