4. september vitjaði roysningurin, hvørs ferðing var fylgd í 80 dagar fyrr í ár, aftur á Sørvágsfirði. Samstundis merkti Náttúrugripasavnið hann umaftur við einum fylgisveinasendara, so víðari ferðin kann kannast. Nú roysningurin vitjaði aftur, vóru 77 dagar frálidnir, síðan hann var sæddur í Føroyum seinast, hin 11. Juni í Klaksvík. Í millumbilinum hevur roysningurin støðast í Íslandi.
Roysningurin dvaldi ikki leingi á Sørvágsfirði. 5. september var hann á Víkum, dagin eftir í Norðoyggjum, og 7. september legði hann seg upp á helluna í Svínoy, júst sama stað har hann var sæddur á fyrsta sinni 27. februar, meira enn hálvt ár frammanundan. Hin 8. september var roysningurin á Skarðsvík í Fugloynni, og haðani setti hann kósina aftur móti Íslandi. Eftir at hava svomið eina samlaða farleið á 320 fjórðingar, í tilsamans seks dagar; ið er ein meðal ferð á 2 fjórðingar um tíman; kom roysningurin, hin 15. September, inn aftur á Reyðafjørð í Íslandi.









