Roysningur vitjar aftur

4. september vitjaði roysningurin, hvørs ferð­ing var fylgd í 80 dagar fyrr í ár, aft­ur á Sørvágsfirði. Nátt­úr­u­gripasavnið merkti hann um­aftur við einum fylg­i­s­vei­n­asendara fyri at kanna ferðingina víð­ari. Hetta hendi á júst sama sandi, har hann var merkt­ur fyrru ferð­ina hin 21. mars. Nú roysn­ingurin vitjaði aftur, vóru 77 dagar frá­lidnir, síð­an hann var sædd­ur í Før­oy­um 11. Juni í Klak­svík. Í millumbilinum hev­ur roysn­ingurin støðast í Ís­landi.

Roysningurin dvaldi ikki leingi á Sørvágsfirði. 5. sep­temb­er var hann á Vík­um, dag­in eftir í Norðoyggjum, og 7. sep­tember legði hann seg upp á helluna í Svínoy, júst sama stað har hann var sædd­ur á fyrsta sinni 27. febr­uar meira enn hálvt ár framm­anundan. Hin 8. sep­tember var roysningurin á Skarðs­vík í Fugloynni, og hað­ani setti hann kósina aft­ur móti Íslandi.

Aftan á at hava svomið eina samlaða farleið uppá 320 fjórðingar í til­sam­ans seks dagar kom roysn­ing­ur­in 15. September inn aftur á Reyðafjørð í Ís­landi. Í miðal svam hann 2 fjórð­ing­ar um tíman.

Sostatt er bara at stað­festa, at roysningurin er sera dugnaligur at vitja aftur á slóð­ina.

Annars kenna vit til hes­ar eygleiðingar av roysn­ing­i­num: í tíðarbilinum mill­um 27. februar og 21. Mars, tá roysningurin var burt­ur úr Føroyum, varð hann eygleiddur fyrst 3. mars í North Ronaldsey í Orkn­oyggj­um og síðan 10. mars á Al­g­r­øy í Noregi. Aftan á at hann fór til Íslands fyrstu ferð, varð hann sæddur fýra ferð­ir: 17. juni í Reyðafirði, 26. juni í Berufirði, 24. juli í Skál­a­nesi og 16. august í Jøk­uls­ár­l­óni.