Roysningur trivist á Svalbard

Um nøkur ár fæst at vita, hvussu stórur vøksturin í stovninum í veruleikanum er Nýggjar teljingar av roysningi við Svalbard visa, at stovnurin er í vøkstri. Mett verður, at talið av dýrum liggur um 2500.

- Vit hava talt roysning við Svalbard í sambandi við eina verkætlan, sum hevur fevnt um fýra ár. Vit eru ikki heilt liðug enn, men fyribils úrslitið av teljingini bendir á, at tað eru einir 2500 roysningar á Svalbard.

Christian Lydersen, sum starvast hjá Norsk Polarinstitut, sigur, at um eini fimm ár ber til at siga við vissu, hvussu nógv stovnurin veksur.

- Um fimm ár verður ein nýggj teljing, leggur hann aftrat.