Roysningur sæddur á Eystnesi

Fríggjadagin 10. november varð ein roysningur sæddur á Eystnesi. Tað var ein maður á einum útróðrarbáti av Strondum, sum bar eyga við forkunnuga gestin. Hesin roysningurin er ikki sæddur aftur, men um onkur ber eyga við hann, so er at venda sær til Náttúrugripasavnið

Meðan útróðrarbáturin av Strondum var staddur hjá roysninginum, lá hann á eini hellu og svam eisini. Hann sá ikki út til at vera sjúkur ella illa fyri.

Líkt er til, at hetta er ein ungur roysningur, sum er farin til stroks. Dorete Bloch av Náttúrugripasavninum sigur, at tað er sera vanligt, at ungir kallroysningar leggja leiðina burturfrá heimstaðnum. Teir ferðast eisini skjótt, og tað sær næstan so skjótt sum hvalur, tá teir svimja skjótt.

Roysningar hava verið at sæð í Føroyum av og á, og fyri bara tveimum árum síðani steðgaði ein roysningur í Nólsoy.

Dorete Bloch sigur, at nógv skeljadjór eru millum Stongina norðast á Nólsoynni og Eystnes, og tí er tað ikki løgið, at hesin roysningurin eisini steðgar har um leið, tí har er nakað at eta.

Náttúrugripasavnið fekk fráboðan um roysningin fríggjadagin 10. november, men hevur einki hoyrt um roysningin síðani. Um onkur hevur rakt við roysningin, verða tey biðin um at venda sær til Náttúrugripasavnið at siga frá.

Fleiri fráboðanir eru við strendurnar í Noregi, Danmark og Hollandi um roysningar, sum eru farnir til stroks. Roysningar liva annars við Svalbard og í Grønlandi.

Í september í 1982 var ein roysningur á Slættanesi, og í januar sama ár var ein á Argjum. Síðani er eitt langt lop til ta næstu fráboðanina, sum var í 1955, tá ein varð sæddur í Húsavík. Hetta merkir ikki, at eingin roysningur hevur verið í Føroyum í hesi tíðini, men bara at eingin fráboðan hevur verið. Mikkjal á Ryggi skrivar eisini um ein roysning, sum var í Føroyum í 1934, so tað er heldur ikki nakað nýtt fyribrigdi.