Roysningur í Árnafirði

Árnfirðingar hava í dag fingið ein sjáldsaman gest. Talan er um ein roysningatarv, og hesir eru ikki hissini stórir. Vektin kann fara upp um eitt tons.

Roysningar eru sjáldsamir um okkara leiðir, men av og á finna teir tó vegin til klettar okkara.

Um roysning er annars at siga, at talan er um róvdjór, ið fyrst og fremst livir at at eta kræklingar.

Stóru tenninar eru eitt ræðandi vápn hjá tarvunum, og kunnu tenninir gerast upp til 20 sentimetrar í tvørmáti. Umframt at vera góðar sum vápn í bardaga, eru tenninar eisini hentar at haka seg fastan í ísin við, tá roysningurin hevur hug at sova.

Roysningar gerast upp til 40 ára gamlir. Hvussu gamal tann í Árnafirði er, er ikki greitt enn, men sum skilst eru fólk frá Náttúrugripasavninum á veg til Árnafjarðar.