Roysningur fekk sendara

Hósmorgunin sóu fólk ein roysning, sum lá á sandinum við Breiðá, millum Sørvág og Bø. Hetta var ein stórur brimil, og er hann áður sæddur í Svínoy, umframt at hann í millumbilinum hevur ferðast til bæði Orknoyggjar og Norra.

Tá roysningurin kom á land í Svínoy tann 27. februar, kannaði Náttúrgripasavnið møguleikan fyri at merkja hann, men roysningurin steðgaði ikki leingi, og tí bleiv tann merkingin av ongum.

Nú roysningurin vendi aftur til klettarnar, var skjótt at fáa fatur á einum sendara úr Danmark, og tí eydnaðist tað– við luftbyrsu frá 10 metra fjarstøðu – at festa ein fylgiveinasendara í húðina á rygginum á roysninginum.

Náttúrugripasavnið sigur, at tíverri hevur sendarin ikki sent nakað signal enn, men tey vóna, at okkurt signal fer at koma frá honum seinni.

(Myndina omanfyri hevur Bjarni Mikkelsen tikið)