Í lítlu teirri bygdini North Slope í amerikanska statinum Alaska eru fólk næstan komin í neyð, tí at roysningar í hópatali eru komnir upp á land, har teir næstan hava hersett fjøruna.
Bill Tracey, sum stendur fyri tilbúgvingini í økinum, sigur við Siku News, at hetta er triðju ferð tey seinastu fýra árini, at roysningar í stórum tali koma inn ímóti landi. Sjálvur heldur hann, at teir munnu vera umleið 20.000 í tali hesaferð.
Chad Jay, sum hevur granskað roysningar í fleiri ár, vísir á, at tey seinastu árini er ísurin minkaður, soleiðis at ísrondin er longri norðuri nú enn fyrr. Tað ger, at roysningurin har á leiðini hevur tvinnar kostir í at velja: Annaðhvørt má hann fylgja við ísinum út á størri dýpi, ella má hann fara upp á land.
Granskarin sigur, at koma so nógvir roysningar aftur inn at landi næsta ár, fer føðin at ganga undan, og tað fer at noyða teir at leita eftir longri burtur eftir føði.










