Roynt verður at fáa risaskipið leyst

Ymiskt er, hvat keldur siga um orsøkina til, at Ever Given sigldi seg fast í Suez-veitini.

 

Bingjuskipið Ever Given, sum í gjár rendi seg fast í Suez-veitini, liggur sum ein veldugur "proppur" og forðar allari skipaferðslu á hesari týdningarmiklu farleið millum Evropa og Asia. Skipið er á veg til Rotterdam í Niðurlondum. Sambært The Guardian er Ever Given 400 metrar langt, og bruttotonsatalið er heili 220.000 tons.

Suez-veitin bindur saman Miðjarðarhavið og Reyðahavið og er ógvuliga týdningarmikil sjóvegis farleið. Nú hetta velduga stóra skip liggur fast í veitini, hava royndir verið gjørdar at fáa skipið leyst aftur, men sambært útlendskum miðlum, sum fleiri skriva um hendinina, er hetta enn ikki eydnast.

Ritzau veit at siga, at Egyptaland hevur latið upp aftur ein gamlan part av Suez-veitini til skipaferðslu, meðan arbeitt verður við at fáa Ever Given leyst. Skipið hevur nevniliga siglt seg fast, tá manningin - eftir hvat útlendskir miðlar skriva - legði til merkis, at tekniskir trupulleikar vóru við skipinum.

Sambært The Guardian hava myndugleikarnir, sum hava við Suez-veitina at gera, av øllum alvi roynt at fáa skipið leyst aftur. Ever Given, sum reiðaríið Evergreen eigur, rendi seg sambært BBC fast nakað norðan fyri havnabýin, Suez, og hetta hevur elvt til, at nógv skip bíða eftir at sleppa ígjøgnum veitina.

Fleiri sleipibátar hava roynt at fáa skipið leyst og soleiðis, sum onkur av viðheftu myndum vísa, roynir eisini ein gravkúgv at grava tilfar burtur frá gronini á risaskipinum. Ymiskt er, hvat keldurnar siga um orsøkina til, at skipið sigldi seg fast. Onkur sigur, at talan var um tekniskar trupulleikar, og aðrir miðlar siga, at orsøkin var vindur.

Ever Given, sum er skrásett í Panama, var sambært BBC á veg úr Kina til Rotterdam í Niðurlondum. Tað er flutningsfelagið Evergreen Marine, ið eigur skipið, sum sambært keldum er bygt í 2018.

##med2##

##med3##