Roynist einki serligt

Allir teir smáu trolbátarnir liggja, og bert ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Hinvegin eru flestu partrolarapør úti.

- Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, harav tey flestu fiska upsa. Eitt par er tó ávegis út á Ryggin at fiska tosk.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, men pørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Skipini fáa nakað av toski og longu sum hjáveiði.

 

Tey trý partrolarapørini, sum hava fiskað gulllaks í summarhálvuni, eru givin á gulllaksaveiði, og fara nú at fiska upsa.

 

Tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar í dag, var bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Hann kemur helst inn at landa miðskeiðis í vikuni sum kemur.

 

- Allir trolbátarnir liggja, men væntandi fara teir út aftur so skjótt, sum líkindini verða betri og støðugari.