Roynir kanska aftur

Republikanski senatorurin John McCain sigur nú, at hann fer kanska at royna at gerast valevni hjá republikanarunum til forsetavalið í 2008.

McCain kappaðist ímóti George W. Bush um at stilla upp fyri republikanararnar fyri fýra árum síðani, men tapti. Men nú sigur hann seg vera til reiðar at taka ein dyst afturat, sjálv um hann verður 72, tá forsetaval verður aftur.

John McCain er senatorur í statinum Arizona, og hann hevur nógvar stuðlar ímillum republikanararnar, men sambært amerikonskum fjølmiðlum er hann eisini væl umtóktur ímillum nógvar demokratar og óheftar veljarar.