Tað er neyðugt at gera okkurt ítøkiligt fyri at geva teimum, sum skulu byggja og keypa hús, eina betri rættartrygd, enn tey hava nú.
Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin.
Hann er sostatt samdur við teimum løgtingsmonnum, sum halda, at tað er tørvur at tryggja tey, sum skulu seta búgv, betri enn tey eru nú.
- Tað er tørvur á eini byggilóg, sum tryggjar, at trygdin er ílagi, at tilfarið er nóg gott, at atkomuviðurskifti eru nøktandi o.s.fr.
Hann sigur, at Innlendismálaráðið hevur raðfest arbeiðið at gera eina nýggja býarskipanarlóg. Hon skipar ikki akkurát ikki hesi viðurskiftini, men hon áleggur kommununum at áseta teknisk krøv til bygging.
Men hann veit ikki, nær arbeiðið verður liðugt, tí talan er um eina stóra uppgávu, sum krevur, at kommunur og landsmyndugleikar arbeiða saman.
Men hann sigur eisini, at hann hevur biðið umsitingina gera eina serliga byggireglugerð til almennu býarskipanarreglugerð, sum kann bøta eitt sindur um støðuna og sum eisini tryggjar, at øll hava sama rætt, sama hvar í Føroyum, tey búgva.
Men at hús eru illa smíðað, eru viðurskifti at tekniskum slagi, sum kunnu verða ásett í aðrari lóg.
Hann helt, at tað er ikki so torført at gera og hann heldur eisini at ein slík lóg er tiltrongd.
Fer at kanna málið
Hinvegin helt hann, at støðan er meiri torførari tá ið tað kemur til at bøta um rættindini hjá teimum, sum keypa gomul hús.
- Her er talan um danskar ríkislógir, eitt nú lógin um brúkaraavtalulógin, avtalulógin, fastognarkeyparalógin, brúkaraklagunevndarlógin, keypilóg, kredittavtalulóg, brúkaraumboðsmann og fleiri aðrar.
Hann sigur, at áðrenn avgerð kann takast um at seta hesar lógir í gildi í Føroyum, verður tí neyðugt at kanna fíggjarligu og umsitingarligu avleiðingarnar av tí. Samstundis verður neyðugt at taka málið upp við ríkismyndugleikarnar fyri at fáa eina meting, um tað ber til at seta hesar lógir í gildi í Føroyum og, hvussu skjótt tað kann gerast. Tá ið talan er um ríkislógir, er tað danska stjórnin, sum smíðar lógirnar. Okkara leiklutur verður at seta fram ynski um, hvussu lógirnar skulu ljóða og so verða tær smíðaðar eftir tí.
- Sjálvur haldi eg, at tað hevði verið lættari at yvirtikið málsøkini og orða ein føroyskan politikk á økinum, sigur Jacob Vestergaard.
Hinvegin ásannar, at í samgonguni er ikki undirtøka fyri at yvirtaka málsøki.
- Men eg fari at taka málið upp í landsstýrinum fyri at kanna hvat ber til at gera við málið, legði hann afturat.
Sjálvandi fari eg at royna at taka hetta upp í landsstýrinum fyri at vita, hvat ber til, so at vit í longdini fáa betri viðurskifti á økinum.
- Tað er ikki yvir at dylja, at hetta er aftur eitt dømi um, at føroyingar eru eftirbátar á einum sera týdningarmiklum málsøki.
Eitt nú heldur hann, at tað er óheppið, sum nú fer fram, at tá ið ein bjóðar upp á eini hús, noyðir meklaran viðkomandi at skriva undir eitt boðskjal, har tann sum bjóðar, bindur seg til boðið, so at hann ikki sleppur at taka boðið aftur. Tað er eisini óheppið, at tað er seljarin, ella hansara umboð, sum oftast skriva skeytið.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað hevur týdning, at eisini keyparin hevur onkran at umboða síni áhugamál, so at hann tryggjar seg bert møguligt.
Men hann vísti á, at lógararbeiði er drúgt at gera, tí tann, sum skal umsita eina lóg, má sjálvsagt kenna hana til botns.