Roynir at finna bráðfeingishjálp til børn við serligum tørvi

Í morgin klokkan fara embætisfólk í Heilsumálaráðnum at hava fund við einasta privata ergoterapeutin í landinum at vita um tað ikki ber til at finna eina eina loysn, so at børn við serligum tørvi aftur kunnu fáa ergoterapi Í morgin klokkan fara embætisfólk í Heilsumálaráðnum at hava fund við einasta privata ergoterapeutin í landinum at vita um tað ikki ber til at finna eina eina loysn, so at børn við serligum tørvi aftur kunnu fáa ergoterapi.

Tað svaraði John Johannessen, landsstýrismaður í heilsumálum, tá ið Bergtóra Høgnadóttir Joensen, løgtingskvinna, vildi hava at vita, nær børn við serligum tørvi aftur fáa ergoterapi, eftir at tilboðið datt niðurfyri eftir ósemju um nýggjan sáttmála ímillum privata ergoterapeutiina og Fíggjarmálaráðið.

Men um Heilsumálaráðið hevur nakað serligt tilboð við privata ergoterapeutin á fundinum í morgin, dugdi hann ikki at siga.

Men hann vísti til sáttmálan, sum er gjørdur millum Ergoterapifelagið og Heilsumálaráðið.

Hinvegin verður tað ikki fyrrenn næsta ár, at børn við serligum tørvi aftur fáa tilboð um almenna ergoterapi.

Hann vísir á, at hann er farin undir at fyrireika eitt alment tilboð, men at tað verður sett í verk í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár, so tað verður ikki fyrrenn frá 1. januar, at almenna ergoterapi verður sett í verk.

Bergtóra Høgnadóttir Joensen átalaði, at landsstýrismaðurin í heilsumálum ikki hevði skipað so fyri, at tilboðið frá privata ergoterapeutinum kundi halda fram til tað almenna tilboðið kemur.

John Johannessen sigur, at hann fer at royna at seta eina bráðfeingis skipan í verk, men hann kundi ikki noyða privata ergeoterapeutin at arbeiða.

Og endar fundurin í morgin úrslitaleysur, fer hann at tosa við barnalæknarnar á Landssjúkrahúsinum at vita, hvør hevur mest átrokandi tørv á ergoterapi og so fer hann at kanna møguleikarnir fyri at fáa tey børnini undur ergeterapeutarnar í almennu skipanini.