Roynir at fáa javnstøðu í valnevnd

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, roynir nú at fáa fleiri konufólk upp í nevndina, sum skal endurskoða valskipanina Og nú er ein gyltur møguleiki til tað, við tað, at Sjúrður Rasmussen, sum er annað umboðið hjá Innlendismálaráðnum, hevur boðað frá, at hann ikki tekur við vali, sigur Hergeir Nielsen, løgtingsformaður.

Og í hesum samabndi fer hann nú at heita á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum um at velja eitt konufólk í nevndina fyri Sjúrð Rasmussen.

Tá ið nevndin varð sett herfyri, bleiv bara eitt konufólk ímillum tey 11 fólkini, sum vórðu vald í nevndina.

Tað er Súsanna Danielsen, stjóri í løgtingsfyrisitingini, sum Løgtingið valdi sum annað av sínum báðum umboðum í nevndini. Hinvegin valdi Innlendismálaráðið tvey mannfólk í nevndin og Fróðskaparsetrið valdi eitt mannfólk.

Annars hava allir teir seks politisku flokkarnir valt hvør sítt umboð í ein politiskan fylgibólk, sum skal vera við í nevndararbeiðnum, men har eru bara mannfólk vald.

Hetta hevur elvt til misnøgd og forkvinnan í Javnstøðunevndini hevur víst á, hetta er brot á javnstøðulógina. Tí hevur hon heitt á løgtingsformannin um rætta hetta mistakið, sum hon kallaði tað.

Og Hergeir Nielsen sigur, at hann hevur tikið áheitanina til eftirtektar.

Hann sigur, at nevndir, sum Løgtingið mannar við politikarum, eru ikki umfataðar av javnstøðulógini, tí tað kunnu vera flokkar, har bara mannfólk eru vald á ting og tá er ómøguligt at hava javnstøðu.

So tá ið løgtingsformaðurin sigur, at hann tekur áheitanina frá Javnstøðunevndini til eftirtektar, hugsar hann sostatt um teir fimm serfrøðingarnir, sum eru valdir og har Súsanna Danielsen er einasta konufólk ímillum fýra mannfólk.

- Nú nevndin skal umskipast kortini, fari eg at heita á Anniku Olsen um at velja eitt konufólk í nevndina fyri at fáa betri javnstøðu í hana, sigur Hergeir Nielsen. Hendir tað, verða trý av øðrum kyninum og tvey av hinum og nærri ber ikki til at koma javnstøðu í eini nevnd við fimm fólkum.

Men Hergeir Nielsen leggur afturat, at skuldi onkur av politisku flokkunum fingið tað hugskot at skift sítt umboð í politiska fylgibólkinum út við eitt konufólk, skal hann ikki leggja teimum eitt grasstrá í vegin fyri tí.

Um eina løtu hava vit á Portalinum eina stutta viðmerking frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, til málið