Roynir aftur fáa bann fyri burka í Føroyum

Muslimskar kvinnur skulu ikki sleppa at ganga í klæðum, sum fjalir andlitið, sigur løgtingsmaður. Hann fer aftur nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at forbjóða hesum

Nú verður aftur eitt uppskot um at banna kvinnum í at ganga í burka og niqab í Føroyum. Hetta eru muslimskar klædnadraktir, sum fjala andlitið og í danmark er eitt slíkt forboð komið í gildi í dag.

 

Fyrr í ár legði Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrið, uppskot fyri Løgtingið um at bannað fólki at bera dularbúna og onnur klæði, sum fjalir andlitið.

 

Men uppskotið datt burtur, tí rættarnevndin hjá Løgtinginum avgreiddi tað ikki, áðrenn løgtingið fór í summarfrí.

 

Á Ólavsøku byrjaðu eitt nýtt tingár, og tá eru øll mál, sum ikki eru avgreitt, burturdottin. Skal málið takast upp aftur má tað sostatt leggjast fram aftur. Og Jógvan Skorheim sigur, at tað er júst tað, hann ætlar sær at gera, og hann væntar, at tað verður eina ferð í Heyst.

 

Tað er neyvan ein tann einasta kvinna í Føroyum, sum gongur í burka ella í Niqab. Men Jógvan Skorheim heldur ikki, at tað burtur við at leggja uppskotið fyri Løgtingið fyri tað.

Tvørturímóti heldur hann, at tað er neyðugt at fáa hetta samtykt í Løgtinginum, áðrenn, áðrenn tað verður veruleiki í Føroyum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Sjálvstýrið greiða frá, hví hann heldur, at tað neyðugt at fáa eitt slíkt bann í Føroyum.