Roynir aftur

Í Turkalandi hevur stjónarflokkurin AK gjørt av at stilla uttanríkisráðharran, Abdullah Gül upp til forsetavalið, sum verður seinni í mánaðinum. Tingið skal atkvøða tríggjar ferðir um forsetan, 20. , 24. og 28. august. Andstøðan hevur fyrr steðgað royndunum hjá AK at velja uttanríkisráðharran til forseta, og andstøðan sigur, at hon fer heldur ikki at atkvøða fyri honum hesaferð. Turksiki herurin vil heldur ikki hava hann til forseta.