Føroyska Málnevndin hevur fingið heimasíðu, sum er www.fmn.fo. Har ber til at lesa Orðaførini, ymiskt um málnevndina, og leinkir til annað tilfar um mál. Ein síða verður burturav til miðlarnar. Av tekniskum ávum hevur ikki borið til at gjørt eina kjaksíðu sum ætlað, men hendan kemur seinni.
Tað ber framvegis til at ringa til Málstovuna hjá Málnevndini við fyrispurningum um mál á tlf. 312397. Føroyska Málnevndin hevur bert eitt starvsfólk burtur av, sum skal síggja til, at nevndin livur upp til tað, sum stendur í reglugerðini. Játtanin á løgtingsfíggjarlógini til Málnevndina er lítlar 300.000 krónur og upphæddin er ikki hækkað í mun til uppgávurnar, sum eru vorðnar nógv fleiri í seinastuni. Nevndin hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at játtanin er alt ov lítil, men tað hevur ikki víst seg at hjálpa.