Royndur ukrainskur dómari dømir í Riga

Serhiy Boyko úr Ukraina hevur ikki verið oyðslutur við kortunum, tá hann hevur dømt A-landsdystir

Lettland og Føroyar fáa ein royndan, 39 ára gamlan dómara úr Ukraina, tá londini skulu spæla HM-undankappingardyst á Skonto leikvøllinum í lettiska høvuðsstaðnum Riga komandi fríggjakvøld klokkan 19.45

 

 

Serhiy Boyko úr Ukraina hevur ikki verið oyðslutur við kortunum, tá hann hevur dømt A-landsdystir. Higartil hevur Serhiy Boyko dømt seks A-landsdystir. Talan er um tveir HM-undankappingardystir, tríggjar EM-undankappingardystir og ein venjingardyst. Í teimum seks landsdystunum hann hevur dømt hevur Serhiy Boyko verið rímiliga afturhaldandi við gulu kortunum. Serhiy Boyko hevur givið 24 gul kort, sum er eitt snitt uppá fýra gul kort pr. landsdyst. Í tveimum førum hevur verið talan um seinna gula kortið til ein spælara í sama dysti, og harvið útvísing.

 

Serhiy Boyko hevur dømt í bestu ukrainsku deildini síðani 2008, og hevur dømt altjóða dystir síðani 2011. Hann hevur dømt 18 Europa League dystir, og tá er talan um bæði dystir í bólkaspælinum, og dystir í Europa League undankappingini. Serhiy Boyko hevur eisini dømt fýra dystir í Champions League undankappingini.

 

Serhiy Boyko dømdi tríggjar dystir í U21 EM-endaspælinum, sum var í Ísrael í 2013. Tá gav Serhiy Boyko bara seks gul kort tilsamans. 

 

Bólkur B, klokkan 19:45, Riga (Lettland)



Lettland - Føroyar



Dómari: Serhiy Boyko (UKR)
Hjálpardómari 1:  Oleksandr Voytyuk (UKR)
Hjálpardómari 2: Serhiy Bekker (UKR)
Fjórði dómari: Anatoliy Zhabchenko (UKR)