Royndur íslendskur dómari til KÍ-Dinamo Tblisi

38 ár gamli, Þor­vald­ur Árna­son hevur verið altjóða dómari síðani 2010

Tað verur 38 ára gamli Þor­vald­ur Árna­son úr Íslandi, ið dømir dystin í triðja undanumfarinum til Europa League millum KÍ og Dinamo Tblisi úr Georgia.

Þor­vald­ur Árna­son hevur dømt í bestu íslendsku fótbóltsdeildini síðani 2008, og hann hevur verið altjóða dómari síðani 2010.

Þor­vald­ur Árna­son hevur higartil dømt 43 altjóða dystir, harav fleiri undankappingardystir í Champions League og Europa League undankappingum. Hann hevur eisini dømt HM- og EM-undankappingardystir.

Jóhann Guðmundsson og Andri Vigfússon vera hjálpardómarar. Fjórði dómari verur Petur Guðmundsson.

Dysturin millum KÍ og Dinamo Tblisi byrjar hóskvøldið klokkan 19. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.

Sendingin "Triði Hálvleikur" verur aftaná dystin á FM1.

In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum í samstarvi við dystir.fo.

Øll kunnu hoyra FM1 HER