Hesa vikuna hevur nýggi norski sendiharrin í Danmark, Dagfinn Stenseth og konan Raili vitjað í Føroyum. Sendiharrin tók við nýggja starvinum í fjør, og hetta er fyrsta vitjan hansara í Føroyum. Undir vitjanini hevur sendiharrin hitt løgmann, varaløgmann, oljumálaráðharran umframt umboð fyri vinnuna og ymsar stovnar.
Norski sendiharrin nýtti týsdagin høvi til at støkka inn á gólvið í Ferðaráðnum á Kongabrúnni. Har hitti hann nýggja stjóran í Ferðaráðnum, Hera Niclassen.
Hetta er fyrsta almenna vitjanin á Ferðaráðnum, síðani nýggi stjórin tók við og hevur hann bert góð orð at bera sendiharrahjúnum. -Eg kann bert siga, at hetta eru sera dámlig fólk. Sendiharrin sjálvur er sera vitugur maður, sum hevur drúgvar royndir í sendiharrayrkinum. Hann hevur verið sendiharri í Ruslandi í 14 ár, tvs. at hann var sendiharri bæði tá Gorbatjov kom til og tá Sovjetsamveldið skrædnaði sundur sigur Heri Niclassen, sum serstakliga beit merki í tann ovurstóran áhugan sum norski sendiharrin hevur í Føroyum og ikki minst føroyskari ferðavinnu.
Hann frøddist serliga um, at Smyril Line hevur eina rutu til Bergen og Atlantic Airways eina rutu til Stavanger. Hann lovprísti Smyril Line og vónaði, at tað fór at ganga væl við tí nýggja skipinum.
Sjálvur vónar nýggi ferðavinnustjórin, at ein slík vitjan kann vera við til at menna samvinnuna millum Føroyar og Noreg. -Hetta er so fyrsti sendiharrin, ið vitjar á Ferðaráðnum, sum eg tók við starvinum. Eru allir sendiharrar líka vinarligir, skilagóðir og dámligir sum hesin, so lovar tað væl fyri samvinnuna millum Føroyar og onnur lond og her vónandi eisini fyri føroyska ferðavinnu leggur Heri Niclassen aftrat.
Jens Stoltenberg til Føroya
Eisini Anfinn Kallsberg, løgmaður ynskir nýggja norska sendiharranum í Danmark vælkomnum til Føroya. Nú hava Føroyar og Noreg sum samvinnu á mongum økjum, men hann heldur, at møguleikar áttu at verið at ment samvinnuna á tí nýggja oljuvinnuøkinum eisini. Sjálvur vitjaði løgmaður Noreg í fjør, og tá hevði hann m.a. høvi til at hitta fleiri ráðharrar og eisini ein oljupall. Undir vitjanini beyð hann táverandi norska forsætisráðharranum at vitja í Føroyum. Nú hevur so Jens Stoltenberg tikið við forsætisráðharrasessinum, og hann hevur boðað frá, at hann fegin vitjar í Føroyum, men tað verður ikki sum ætlað í heyst. Jens Stoltenberg skal finna eina tíð, ið er hóskar inn í hansara arbeiðsskrá.
Norski sendiharrin vitjaði í Oljumálastýrinum mikudagin, har hann m.a. hitti Eyðun Elttør, landsstýrismann. -Vit nýttu høvi at tosa um gongdina í øllum oljumálinum og var serstakur dentur lagdur á útbjóðingina. Hóast vit ikki tosaðu um nakað ítøkiligt, so havi eg kortini vónir um, at føroyingar og norðmenn kunnu arbeiða saman á oljuøkinum, nú henda vinnan skal byggjast upp. Tað er eingin loyna, at nettupp norðmenn hava drúgvar royndir á økinum, og vónandi kunnu vit læra av teirra royndum sigur Eyðun Elttør, sum vísir á tað góða samstarvið, ið longu hevur tikið seg upp á útbúgvingarøkinum.
Nógv ár í Moskva
Dagfinn Stenseth er lættvektari í sendiharrayrkinum. Hann hevur arbeitt fyri norsku uttanríkistænastuna síðani 1960. Í árunum frá 62 til 65 var hann attaché á sendistovuni í Moskva, frá 65 til 69 var hann skrivari í Uttanríkisráðnum, frá 69 til 72 var hann sendiharraskrivari í Bonn, frá 73 til 78 varastjóri í Uttanríkisráðnum, síðani sendiharri í Moskva og Ulan Bator í Mongolia frá 79 til 85, frá 85 til 90 politiskur samskipari og avgreiðslustjóri í Uttanríkisráðnum, frá 90 til 94 aftur sendiharri í Moskva somuleiðis fyri Ulan Bator, Tbilisi, Alma-Ata, Bisjkek, Tasjkent, Askhabad og Jerevan, frá 94 til 97 sendiharri í Finlandi, frá 97 til 99 serráðgevi í Uttanríkisráðnum og frá 99 sendiharri í Danmark.
Seinasta dagin á vitjanini hitti sendiharrin stjóran í Føroya Banka, hann vitjaði eisini í Norðurlandahúsinum og í Listaskálanum.










